Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

7. fundur

Týsdagur 14. august 2001

kl. 15.35

Ár 2001, týsdagin 14. august, kl. 15.35, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Lisbeth L. Petersen, Helena Dam á Neystabø, Jógvan Durhuus, Páll á Reynatúgvu, Signar á Brúnni og Finnur Helmsdal Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Bjarni Djurholm, Óli Holm, Høgni Hoydal, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør og Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-3/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um skúlalækna til Suðurstreymoyarøkið.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, um programmnevndir í útvarpi og sjónvarpi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-5/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, um ferðasambandið um Leirvíksfjørð.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-6/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroya Brandskúla við Áir.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-7/2001 til Sámal P. í Grund, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, um játtan til sjúkrahúsverkið.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður lýstur á vanligan hátt.

Fundur lokin kl. 15.40.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari