Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
4. fundur |
Mikudagur 8. august 2001 |
kl. 13.30 |
Ár 2001, mikudagin 8. august, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Óli Breckmann og Rúna Sivertsen, Anfinn Kallsberg, løgmaður,
Eyðun Elttør, landsstýrismaður, og Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður vóru ikki á
fundi.
Til viðgerðar:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-1/2001
til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um
fosturtøku.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-2/2001
til Óla Holm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um flytan av
stuðulsstovninum inn til Runavíkar.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2001:
Uppskot til løgtingslóg um postvirksemi.
Málið beint í vinnunevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2001:
Uppskot til samtyktar um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum.
Málið beint í fíggjarnevndina.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 2/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 10. august 2001, kl. 10.00, við
hesi dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr. 2/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
1. viðgerð av tingmáli nr. 5/2001:
Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í
heimastýrislógini (Yvirtøkulógin).
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2001:
Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslógini um serligt
avgjald á brenniolju.
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Framløga.
Fundur lokin kl. 17.50.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari