Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

2. fundur

Hósdagur 2. august  2001

kl. 13.30

Ár 2001, hósdagin 2. august, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Jóanis Nielsen, Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen og Jóannes Eidesgaard og Karsten Hansen, landsstýrismaður og Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.

Formaðurin bar fram minningarorð um Fredrik Olsen, fyrrverandi løgtingsmann, ið andaðist tann 17. juni 2001, og tingmenn mintust hann í tøgn.

Til viðgerðar:

  1. Val av tveimum limum og tveimum tiltakslimum til Norðurlandaráðið.
  2. Valdir vórðu:

    Fastir limir:
    Jógvan við Keldu
    Dan R. Petersen

    Tiltakslimir:
    Jógvan á Lakjuni
    Heðin Mortensen

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  4. Málið beint í vinnunevndina.

  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 3/2001: Uppskot til løgtingslóg um postvirksemi, at Edmund Joensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 4/2001: Uppskot til samtyktar um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum, og at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 5/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin).

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 3. august 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Umrøða av løgmansrøðuni
  2. Framløga

Fundur lokin kl. 16.30.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari