Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

1. fundur

Sunnudagur 29. juli   2001

kl. 13.00

Ár 2001, sunnudagin 29. juli, ólavsøkudag, kl. 13.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Kristian Magnussen, Dan R. Petersen og Henrik Old og Karsten Hansen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Løgtingsformaðurin lýsti tingsetuna 2001 at vera setta sambært § 10 í stýrisskipanarlógini.

Formaðurin las skriv frá Anfinni Kallsberg, løgmanni, dagfest 14. juni 2001, har boðað verður Løgtinginum frá, vísandi til § 29 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, at løgmaður hevur loyst Tórbjørn Jacobsen úr embætinum sum landsstýrismaður eftir ynski hansara. Samstundis verður gjørt kunnugt, at Óli Holm er tilnevndur sum landsstýrismaður í mentamálum frá 14. juni 2001.

Til viðgerðar:

Løgmaður greiddi, sambært stýrisskipanarlógini § 12, stk. 1, frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja.

Framløga:

Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 2/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 2. august 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Val av tveimum limum og tveimum tiltakslimum til Norðurlandaráðið.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  3. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 13.45.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari