Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

98. fundur

Fríggjadagur 4. mai 2001

kl. 12.15

 

Ár 2001, fríggjadagin 4. mai, kl. 12.15, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jóannes Eidesgaard, Lisbeth L. Petersen og Marjus Dam, og landsstýrismennir Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen og Sámal Petur í Grund vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2000: Uppskot til løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2000: Uppskot til løgtingslóg um gransking.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-11.
    Málið avgreitt.

Formaðurin boðaði frá, at nú eru ikki fleiri mál at viðgera, og um einki serligt mál kemur, so verður ikki tingfundur aftur fyrrenn á ólavsøku. Hann segði, at tingið síðani á ólavsøku 2000 hevur havt 98 fundir, ið hava vart 394,95 tímar, í miðal fyri hvønn tingfund 4,07 tímar. 131 mál vóru framløgd, íroknað 7 frágreiðingar sambært § 51 í tingskipanini. 8 mál eru tikin aftur, og eitt mál er ikki komið aftur úr nevnd. Hini málini eru øll avgreidd frá tinginum. 81 skrivligir fyrispurningar eru settir og svaraðir. 36 munnligir fyrispurningar vóru settir og svaraðir, og ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skrá á 5 fundum. Fíggjarnevndin hevur havt 48 fundir, uttanlandsnevndin 28, landsstýrismálanevndin 19, vinnunevndin 38, trivnaðarnevndin 23, mentanarnevndin 28, og rættarnevndin hevur havt 15 fundir. Formaðurin takkaði fyri góðan tingsið og gott samstarv tvørtur um floksmørk og ynskti tingmonnum góða summarfrítíð. 

Fundur lokin kl. 12.20. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari