Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

97. fundur

Fríggjadagur 4. mai 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 4. mai, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jóannes Eidesgaard og Marjus Dam, og landsstýrismennir Karsten Hansen og Sámal Petur í Grund, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Broytingaruppskot frá Rúnu Sivertsen, Jógvan Durhuus, Helenu Dam á Neystabø og Jóannes Eidesgaard til § 2 samtykt 16-13-1. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 20-10-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 115/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-1.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.
    Málið tikið aftur av uppskotsstillaranum.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2000: Uppskot til løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 2, 3 og 4 samtykt 28-0-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71/2000: Uppskot til samtyktar um bygnaðarbroytingar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins.
    Uppskot til samtyktar fall 4-2-22. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2000: Uppskot til løgtingslóg um gransking.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini Jógvan á Lakjuni, Annitu á Fríðriksmørk, Rúnu Sivertsen og Finni Helmsdal til §§ 2 og 12 samtykt 16-5-7. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-1-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. Ríkisumboðsmaðurin svaraði fyrispurningi nr. 100-68/2000 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjúnabandslógini.
    Málið avgreitt.

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í skrivi dagfest 4. mai 2001, sigur frá, at løgtingsmál nr. 111/2000: Uppskot til løgtingslóg um góðan fjølmiðlasið verður tikið aftur. Málið tikið aftur.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 4. mai 2001, kl. 12.15, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2000: Uppskot til løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2000: Uppskot til løgtingslóg um gransking.

 Fundur lokin kl. 12.10. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari