Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

94. fundur

Mánadagur 30. apríl 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, mánadagin 30. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-1.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2000: Uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum.
    Broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen til uppskot til samtyktar samtykt 16-1-13. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 16-2-12.
    Málið avgreitt.
  3. Fundur niðurlagdur kl. 12.05.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2001.
    Broytingaruppskot frá Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Finnboga Arge og Kára P. Højgaard til § 7 samtykt 28-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 78/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Uppskot til ríkislógartilmæli fall 12-0-16. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2000: Uppskot til løgtingslóg um bókasøvn.
    Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 12, 16 og 20 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 115/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  8. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-7/2000: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 2, í tingskipanini frá Anfinni Kallsberg, løgmanni, um útoyggjaálitið.
    Málið avgreitt.
  9. Fundur niðurlagdur kl. 17.55.
    Fundur uppafturtikin kl. 19.00.

  10. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-55/2000 frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samferðsluviðurskiftum í Suðuroynni.
    Málið avgreitt.
  11. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-57/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjari vanlukkutryggingarlóg.
    Málið avgreitt.
  12. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-58/2000 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum.
    Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-63/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fakfeløgum at stovnseta samhaldsfastan eftirlønargrunn.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 2. mai 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2000: Uppskot til løgtingslóg um bókasøvn.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 115/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-54/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirlitsuppgávum Arbeiðseftirlitsins.
  5. Svar upp á fyrispurning nr 100-64/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkaskúlanum.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-65/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ræðisrættinum yvir § 7 á fíggjarlógini.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-66/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi flyting av viðlíkahalds- og løgukonti frá § 6 til stýrini at umsita.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-67/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi málsøkinum íløgur og størri viðlíkahaldsarbeiði.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-69/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, um skerjingar í kommunalum virkisfrælsi.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-70/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um skatting av pensjónsveitingum.
  11. Svar upp á fyrispurning nr. 100-71/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um skatting av pensjónsveitingum.
  12. Svar upp á fyrispurning nr. 100-72/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattaumsiting sambandi við oljuvinnu.
  13. Svar upp á fyrispurning nr. 100-73/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi upplýsingarskipan og kundatænastu á Strandfaraskipum Landsins (SL).
  14. Framløga.

 Fundur lokin kl. 20.25. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari