Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

93. fundur

Fríggjadagur 27. apríl 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 27. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jákup Suni Joensen og Kári P. Højgaard, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Sámal Petur í Grund vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 69/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-9.
    Málið avgreitt.
  2. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-5/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um norðurlendska ætlan fyri burðadygga menning.
  3. Fundur niðurlagdur kl. 12.15.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

    Málið avgreitt.

  4. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-56/2000 frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um frískúlar.
    Málið avgreitt.
  5. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-59/2000 frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um langtíðarløguætlan landsins.
    Málið avgreitt.
  6. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-60/2000 frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um bygnaðin í almennu fyrisitingini.
    Málið avgreitt.
  7. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-61/2000 frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um almennu innkrevjingina.
    Málið avgreitt.
  8. Framløga.
    Fromaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 99/2000: Uppskot til løgtingslóg um bókasøvn, og at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 115/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Jógvan á Lakjuni, Finnbogi Arge, Jóanis Nielsen, Óli Breckmann, Jógvan við Keldu, Eyðun Viderø, Rúna Sivertsen, Jógvan Durhuus, Finnbogi Ísakson, Signar á Brúnni, Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal, Dan R. Petersen, Helena Dam á Neystabø, Alfred Olsen, Katrin D. Jakobsen og Lisbeth L. Petersen.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-64/ 2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkaskúlanum, svar upp á fyrispurning nr. 100-65/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ræðisrættinum yvir § 7 á fíggjarlógini, svar upp á fyrispurning nr. 100-66/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi flyting av viðlíkahalds- og løgukonti frá § 6 til stýrini at umsita, og svar upp á fyrispurning nr. 100-67/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi málsøkinum íløgur og størri viðlíkahaldsarbeiði

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 30. apríl 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2001.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2000: Uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 78/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2000: Uppskot til løgtingslóg um bókasøvn.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 115/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
  7. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-7/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um útoyggjaálitið.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-55/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samferðsluviðurskiftum í Suðuroynni.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-57/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjari vanlukkutryggingarlóg.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-58/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum.
  11. Svar upp á fyrispurning nr. 100-63/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fakfeløgum at stovnseta samhaldsfastan eftirlønargrunn.
  12. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.05. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari