Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

92. fundur

Hósdagur 26. apríl 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, hósdagin 26. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Farloyvi:
Skriv frá Vilhelm Johannesen, dagfest 26. apríl 2001, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins í Norðoya valdømi tekur sæti á tingi. Næstvaldi er Mamy Dahl Sørensen, ið áður hevur verið á tingi, men sambært upplýsingum frá Landsfólkayvirlitinum hevur Mamy Dahl Sørensen bústað í Danmark. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Torleif Sigurðsson, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Vilhelm Johannesen.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2000: Uppskot til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-1.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 96/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 108/2000: Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2001.
    Uppskot frá Signar á Brúnni um at beina málið aftur í nevnd fall 9-7-15. Uppskot landsstýrisins samtykt 25-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. Fundur niðurlagdur kl. 12.20.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar.
    Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til §§ 1, 2, 3, 4 og 5 samtykt 21-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 21-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-6/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini, frá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, um økismenning.
    Málið avgreitt.
  10. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-62/2000 frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vantandi trygd og tænastu hjá Strandfaraskipum landsins herundir bygdaleiðum.
    Málið avgreitt.
  11. Fundur nirðurlagdur kl. 18.30.
    Fundur uppafturtikin kl. 19.00.

  12. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-76/2000 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi loftvegissambandi til Suðuroynna.
    Málið avgreitt.
  13. Eyðun Elttør, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-77/2000 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á brennievni – dálking.
    Málið avgreitt.
  14. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-81/2000 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum prísbygnaði hjá Strandfaraskipum Landsins.
    Málið avgreitt.
  15. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 74/2000: Uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum, og álit II í tingmáli nr. 69/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi, og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 78/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-54/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirlitsuppgávum Arbeiðseftirlitsins

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 27. apríl 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 69/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.
  2. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-5/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um norðurlendska ætlan fyri burðadygga menning.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-56/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um frískúlar.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-59/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um langtíðarløguætlan landsins.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-60/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um bygnaðin í almennu fyrisitingini.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-61/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um almennu innkrevjingina.
  7. Svar upp á fyrispurning nr 100-64/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkaskúlanum.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-65/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ræðisrættinum yvir § 7 á fíggjarlógini.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-66/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmaðnni, viðvíkjandi flyting av viðlíkahalds- og løgukonti frá § 6 til stýrini at umsita.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-67/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi málsøkinum íløgur og størri viðlíkahaldsarbeiði.
  11. Framløga.

 Fundur lokin kl. 19.50  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari