Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

91. fundur

Týsdagur 24. apríl 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, týsdagin 24. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Tórbjørn Jacobsen og Sámal Petur í Grund og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Løgmaður leggur fram tingmál nr. 101-7/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um útoyggjaálitið.
  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 81/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 112/2000: Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 113/2000: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-8/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin 1999.
    Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2000: Uppskot til samtyktar um útjaðaragrunn.
    Uppskot til samtyktar samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd.
    Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til § 1 samtykt 26-0-4. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-4. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2000: Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 3, 4 og 8 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2000: Uppskot til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til §§ 1, 2, 7, 10, 12, 14 og 30 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2000: Uppskot til løgtingslog um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til §§ 16, 17 og 47 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  11. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-4/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 2, í tingskipanini frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, um fiskivinnupolitikk, fyritreytir og stevnumið.
  12. Fundur niðurlagdur kl. 11.50.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Málið avgreitt.

  13. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-80/2000 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi telesambandinum uttan fyri miðstaðarøkið.
    Málið avgreitt.
  14. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-9/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2001.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 26. apríl 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2000: Uppskot til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 96/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 108/2000: Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2001.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar.
  8. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-6/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini, frá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, um økismenning.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-54/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirlitsuppgávum Arbeiðseftirlitsins.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-62/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vantandi trygd og tænastu hjá Strandfaraskipum landsins herundir bygdaleiðum.
  11. Svar upp á fyrispurning nr. 100-76/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi loftvegissambandi til Suðuroynna.
  12. Svar upp á fyrispurning nr. 100-77/2000 til Eyðun Elttør, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á brennievni – dálking.
  13. Svar upp á fyrispurning nr. 100-81/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum prísbygnaði hjá Strandfaraskipum Landsins.
  14. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.10.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari