Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

90. fundur

Fríggjadagur 20. apríl 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 20. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 93/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2000: Uppskot til samtyktar um alternativar íbúðarmøguleikar.
    Uppskot til samtyktar fall 13-0-16. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.
    §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 91/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 28-1-1. Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen, til § 1 fall 7-11-12. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Finnboga Arge, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen og Kára P. Højgaard, til § 2 samtykt 20-3-7. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-7-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2000: Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
    Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til §§ 1, 3 og 6 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 113/2000: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy.
    Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til heitið og § 1 samtykt 31-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 114/2000: Uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks.
  9. Fundur niðurlagdur kl. 12.05.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Broytingaruppskot frá triðja minnilutanum í uttanlandsnevndin, Jóannes Eidesgaard, fall 6-2-23. Uppskot til samtyktar samtykt 18-1-12.
    Málið avgreitt.

  10. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-5/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um norðurlendska ætlan fyri burðadygga menning.
  11. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 50/2000: Uppskot til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 96/2000: Uppskot til løgtingslog um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina og nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 24. apríl 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Løgmaður leggur fram tingmál nr. 101-7/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um útoyggjaálitið.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 81/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 112/2000: Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 113/2000: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-8/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin 1999.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2000: Uppskot til samtyktar um útjaðaragrunn
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2000: Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2000: Uppskot til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2000: Uppskot til løgtingslog um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
  12. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-4/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 2, í tingskipanini frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, um fiskivinnupolitikk, fyritreytir og stevnumið.
  13. Svar upp á fyrispurning nr. 100-80/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi telesambandinum uttan fyri miðstaðarøkið
  14. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.25.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein