Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

89. fundur

Hósdagur 19. apríl 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, hósdagin 19. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana og Marjus Dam, løgmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Eyðun Elttør, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, leggur fram tingmál 101-4/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um fiskivinnupolitik, fyritreytir og stevnumið.
  2. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-6/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um økismenning.
  3. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-51/2000 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kongsjørðini.
    Málið avgreitt.
  4. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-53/2000 frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um aðalstjóran í Almanna- og heilsumálastýrinum.
    Málið avgreitt.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 60/2000: Uppskot til samtyktar um útjaðaragrunn og nr. 108/2000: Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn, og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjdagin 20. apríl 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 93/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2000: Uppskot til samtyktar um alternativar íbúðarmøguleikar.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 91/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2000: Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 113/2000: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 114/2000: Uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks.
  9. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-5/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um norðurlendska ætlan fyri burðadygga menning.
  10. Framløga.

 Fundur lokin kl. 16.00.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari