Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

87. fundur

Fríggjadagur 6. apríl 2001

kl. 16.20

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, kl. 16.20, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Finnbogi Arge og Annita á Fríðriksmørk, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Bjarni Djurholm, Høgni Hoydal og Karsten Hansen, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-55/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samferðsluviðurskiftum í Suðuroynni.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-56/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um frískúlar.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-57/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjari vanlukkutryggingarlóg.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-58/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-59/2000 til Karsten Hansen, lansstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um langtíðarløguætlan landsins.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  6. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-60/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um bygnaðin í almennu fyrisitingini.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  7. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-61/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um almennu innkrevjingina.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  8. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-62/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vantandi trygd og tænastu hjá Strandfaraskipum landsins herundir bygdaleiðum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  9. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-63/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fakfeløgum at stovnseta samhaldsfastan eftirlønargrunn.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  10. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr 100-64/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkaskúlanum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  11. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-65/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ræðisrættinum yvir § 7 á fíggjarlógini
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  12. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-66/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi flyting av viðlíkahalds- og løgukonti frá § 6 til stýrini at umsita.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  13. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-67/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi málsøkinum íløgur og størri viðlíkahaldsarbeiði
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  14. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-69/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, um skerjingar í kommunalum virkisfrælsi
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  15. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-70/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um skatting av pensjónsveitingum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  16. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-71/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um skatting av pensjónsveitingum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  17. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-72/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattaumsiting sambandi við oljuvinnu.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  18. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-73/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi upplýsingarskipan og kundatænastu á Strandfaraskipum Landsins (SL).
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  19. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-74/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennu fyrisitingini.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  20. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-75/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyrisitingarliga lógarverkinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  21. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-76/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi loftvegissambandi til Suðuroynna.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  22. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-77/2000 til Eyðun Elttør, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á brennievni – dálking.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  23. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-78/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fíggjarligum avleiðingum av sjálvstýrismálinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  24. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-79/2000 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskiloyvum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  25. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-80/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi telesambandinum uttan fyri miðstaðarøkið.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  26. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-81/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum prísbygnaði hjá Strandfaraskipum Landsins.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

    Formaðurin gjørdi av, sambært § 53, stk. 3, í tingskipanini, at svarfrestin til allar fyrispurningarnar verður sett til týsdagin 24.apríl 2001.
  27. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-49/2000 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi gengransking í Føroyum.
    Málið avgreitt.
  28. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-50/2000 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kanningum eystanfyri av skjølum frá kalda krígnum.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 18. apríl 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 85/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 90/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 94/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 95/2000: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál).
  5. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 93/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-8/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin 1999.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-48/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðsumhvørvislógini.
  9. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.40

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari