Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

86. fundur

Fríggjadagur 6. apríl 2001

kl. 11.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Karsten Hansen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-54/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirlitsuppgávum Arbeiðseftirlitsins.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
    3. viðgerð av tingmáli nr. 69/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.
    Uppskot frá Jógvan Durhuus um at beina málið aftur í nevnd samtykt 16-3-13. Málið beint aftur í fíggjarnevndina.
  2. Fundur niðurlagdur kl. 12.05.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 106/2000: Uppskot til løgtingslóg um vinnu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 107/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om erhvervsdrivende virksomheder".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    §§ 1 og 2 fullu 15-0-16. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2000: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kreppuraktar sethúsaeigarar.
    §§ 1 – 9 fullu 1-3-24. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2000: Uppskot til samtyktar um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn.
    Uppskot til samtyktar samtykt 14-0-13.
    Málið avgreitt.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2000: Uppskot til samtyktar um doping.
    Uppskot til samtyktar samtykt 26-1-0.
    Málið avgreitt.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til §§ 1 og 2 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 105/2000; Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmálar frá 1998 um ávikavist tungmetallir og seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevni til sáttmálan frá 1979 um langtrøkkandi luftdálking, sum fer um landamørk.
    Uppskot til samtyktar samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 95/2000: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál).
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0.Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  14. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-52/2000 frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsskjalavørði.
    Málið avgreitt.
  15. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit 2 í tingmáli nr. 61/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski, og álit í tingmáli nr. 93/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Tikið av dagsskrá:
Svar uppá fyrispurning nr. 100-49/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í heilsumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi gengransking í Føroyum og svar upp á fyrispurning nr. 100-50/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kanningum eystanfyri av skjølum frá kalda krígnum.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:

Nr. 100-55/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samferðsluviðurskiftum í Suðuroynni,
nr. 100-56/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um frískúlar,
nr. 100-57/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjari vanlukkutryggingarlóg,
nr. 100-58/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum,
nr. 100-59/2000 til Karsten Hansen, lansstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um langtíðarløguætlan landsins,
nr. 100-60/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um bygnaðin í almennu fyrisitingini,
nr. 100-61/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um almennu innkrevjingina,
nr. 100-62/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vantandi trygd og tænastu hjá Strandfaraskipum landsins herundir bygdaleiðum,
nr. 100-63/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fakfeløgum at stovnseta samhaldsfastan eftirlønargrunn,
nr 100-64/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkaskúlanum,
nr. 100-65/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðíkjandi ræðisrættinum yvir § 7 á fíggjarlógini,
nr. 100-66/2000 til, Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi flyting av viðlíkahalds- og løgukonti frá § 6 til stýrini at umsita,
nr. 100-67/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi málsøkinum íløgur og størri viðlíkahaldsarbeiði,
nr. 100-68/2000 til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjúnabandslógini,
nr. 100-69/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, um skerjingar í kommunalum virkisfrælsi,
nr. 100-70/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um skatting av pensjónsveitingum,
nr. 100-71/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um skatting av pensjónsveitingum,
nr. 100-72/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattaumsiting í sambandi við oljuvinnu,
nr. 100-73/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi upplýsingarskipan og kundatænastu á Strandfaraskipum Landsins (SL),
nr. 100-74/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennu fyrisitingini,
nr. 100-75/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyrisitingarliga lógarverkinum,
nr. 100-76/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi loftvegissambandi til Suðuroynna,
nr. 100-77/2000 til Eyðun Elttør, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á brennievni – dálking,
nr. 100-78/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fíggjarligum avleiðingum av sjálvstýrismálinum,
nr. 100-79/2000 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskiloyvum,
nr. 100-80/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi telesambandinum uttan fyri miðstaðarøkið, og
nr. 100-81/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum prísbygnaði hjá Strandfaraskipum Landsins .


Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 6. apríl 2001, kl. 16.20, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-55/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samferðsluviðurskiftum í Suðuroynni.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-56/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um frískúlar.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-57/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjari vanlukkutryggingarlóg.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-58/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-59/2000 til Karsten Hansen, lansstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um langtíðarløguætlan landsins.
  6. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-60/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um bygnaðin í almennu fyrisitingini.
  7. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-61/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um almennu innkrevjingina.
  8. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-62/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vantandi trygd og tænastu hjá Strandfaraskipum landsins herundir bygdaleiðum.
  9. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-63/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fakfeløgum at stovnseta samhaldsfastan eftirlønargrunn.
  10. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr 100-64/ 2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkaskúlanum.
  11. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-65/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ræðisrættinum yvir § 7 á fíggjarlógini.
  12. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-66/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi flyting av viðlíkahalds- og løgukonti frá § 6 til stýrini at umsita.
  13. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-67/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi málsøkinum íløgur og størri viðlíkahaldsarbeiði.
  14. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-69/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, um skerjingar í kommunalum virkisfrælsi.
  15. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-70/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um skatting av pensjónsveitingum.
  16. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-71/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um skatting av pensjónsveitingum.
  17. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-72/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattaumsiting í sambandi við oljuvinnu.
  18. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-73/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi upplýsingarskipan og kundatænastu á Strandfaraskipum Landsins (SL).
  19. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-74/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennu fyrisitingini.
  20. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-75/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyrisitingarliga lógarverkinum.
  21. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-76/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi loftvegissambandi til Suðuroynna.
  22. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-77/2000 til Eyðun Elttør, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á brennievni – dálking.
  23. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-78/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fíggjarligum avleiðingum av sjálvstýrismálinum.
  24. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-79/2000 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskiloyvum.
  25. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-80/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi telesambandinum uttan fyri miðstaðarøkið.
  26. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-81/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum prísbygnaði hjá Strandfaraskipum Landsins.
  27. Svar upp á fyrispurning  nr. 100-49/2000 til Sámal Petur í Grund, landstýrismann í heilsumálum,  frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi gengransking í Føroyum.
  28. Svar upp á fyrispurning nr. 100-50/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landstýrismann,  frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kanningum eystanfyri av skjølum frá kalda krígnum.
  29. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.10

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari