Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

85. fundur

Mikudagur 4. apríl 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 4. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Alfred Olsen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Bjarni Djurholm, Høgni Hoydal og Karsten Hansen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 58/2000: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2000: Uppskot til løgtingslóg um vinnu.
    Broytingaruppskot frá vinnunevndini til §§ 8 og 17 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om erhvervsdrivende virksomheder".
    Broytingaruppskot frá vinnunevndini samtykt 29-0-0. Ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 73/2000: Uppskot til samtyktar um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 76/2000: Uppskot til samtyktar um doping, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 105/2000: Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmálar frá 1998 um ávikavist tungmetallir og seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevni til sáttmálan frá 1979 um langtrøkkandi luftdálking, sum fer um landamørk, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 90/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan,at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 51/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning, nr. 94/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans og nr. 95/2000: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál) og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 68/2000: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kreppuraktar sethúsaeigarar og nr. 85/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 62-8/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin 1999.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-54/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirlitsuppgávum Arbeiðseftirlitsins.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 6. apríl 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-54/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirlitsuppgávum Arbeiðseftirlitsins.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 69/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 106/2000: Uppskot til løgtingslóg um vinnu.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 107/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om erhvervsdrivende virksomheder".
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2000: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kreppuraktar sethúsaeigarar.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2000: Uppskot til samtyktar um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2000: Uppskot til samtyktar um doping.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 95/2000: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál).
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 105/2000: Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmálar frá 1998 um ávikavist tungmetallir og seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevni til sáttmálan frá 1979 um langtrøkkandi luftdálking, sum fer um landamørk.
  14. Svar upp á fyrispurning nr. 100-49/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í heilsumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi gengransking í Føroyum.
  15. Svar upp á fyrispurning nr. 100-50/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kanningum eystanfyri av skjølum frá kalda krígnum.
  16. Svar upp á fyrispurning nr. 100-52/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsskjalavørði.
  17. Framløga.

 Fundur lokin kl. 14.25 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari