Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

84. fundur

Fríggjadagur 30. mars 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 30. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Hans Pauli Strøm, Heðin Mortensen, Páll á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Bjarni Djurholm, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 98/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v."
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 64/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000.
    Uppskot til samtyktar samtykt 23-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2000: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø.
    §§ 1 til 12 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    Broytingaruppskot frá Henrik Old til §§ 1 og 2 fall 13-0-14. §§ 1 og 2 fullu 13-0-14. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 69/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.
    §§ 1 og 2 samtyktar 13-1-12. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 4. apríl 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 58/2000: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2000: Uppskot til løgtingslóg um vinnu.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om erhvervsdrivende virksomheder".
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-8/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin 1999.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 10.35.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari