Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

82. fundur

Mikudagur 28. mars 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 28. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Hans Pauli Strøm, Edmund Joensen og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Karsten Hansen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-53/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um aðalstjóran í Almanna- og heilsumálastýrinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2000: Uppskot til samtyktar um bygnaðarbroytingar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-47/2000 frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, (Kári P. Højgaard) viðvíkjandi Sjónvarpi Føroya.
    Málið avgreitt.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 65/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju og nr. 69/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 29. mars 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-3/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 2, í tingskipanini frá løgmanni um uttanlandsmál 2000/2001.
  2. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.05 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari