Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

79. fundur

Hósdagur 22. mars 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, hósdagin 22. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Katrin D. Jakobsen, Jenis av Rana og Marjus Dam, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Karsten Hansen og Sámal Petur í Grund vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Løgmaður legði fram tingmál nr. 101-3/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 2 í tingskipanini frá løgmanni um uttanlandsmál 2000/2001.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2000: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 92/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2000: Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
    Málið beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2000: Uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Málið beint í rættarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  10. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 75/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. og nr. 98/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v.", og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 64/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu og nr. 70/2000: Uppskot til samtyktar um privatisering av almennum partafeløgum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 23. mars 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-52/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsskjalavørði.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2000: Uppskot til løgtingslóg um barsilsskipan.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2000: Uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 97/2000: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um skúlafyrisiting.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000.
  8. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.40.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari