Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

78. fundur

Mikudagur 21. mars 2001

kl. 16.25

 

Ár 2001, mikudagin 21. mars, kl. 16.25, varð tingfundur settur.

løgtingsmenninir Jóanis Nielsen, Finnbogi Arge, Jenis av Rana, Marjus Dam og Páll á Reynatúgvu, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Karsten Hansen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 41/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-1-1.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-1.
    Málið avgreitt.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-52/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsskjalavørði.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 22. mars 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Løgmaður leggur fram tingmál nr. 101-3/2000: Frágreiðing sambært § 51, stk. 2 í tingskipanini frá løgmanni um uttanlandsmál 2000/2001.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2000: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 92/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2000: Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2000: Uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000.
  10. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 16.30. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari