Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

77. fundur

Mikudagur 21. mars 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 21. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Marjus Dam løgtingsmaður, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Karsten Hansen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-50/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kanningum eystanfyri av skjølum frá kalda krígnum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-51/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kongsjørðini.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen".
    Atkvøðugreiðslan útsett til seinni á fundinum.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
    Atkvøðugreiðslan útsett til seinni á fundinum.
  6. Atkvøðugreiðsla við 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen".

    Uppskot frá Jenis av Rana um at beina málið og mál nr. 42/2000 aftur í nevnd fall 2-1-24. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 24-2-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. Atkvøðugreiðsla við 2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
    Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 25-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at mentunarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 86/2000: Uppskot til løgtinglóg um ávísar skúlar, nr. 89/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt og nr. 97/2000: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um skúlafyrisiting.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2000: Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn, 1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2000: Uppskot til samtyktar um bygnaðarbroytingar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2000: Uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 21. mars 2001, kl. 16.25, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 41/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen".
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
  3. Framløga.

 Fundur lokin kl. 16.20. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari