Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

76. fundur

Týsdagur 20. mars 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, týsdagin 20. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 85/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2001.
    Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild.
    Uppskot til samtyktar samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2000: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2000: Uppskot til samtyktar um alternativar íbúðarmøguleikar.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  10. Fundur niðurlagdur kl. 15.40.
    Fundur uppafturtikin kl. 16.15.

  11. Frávik.
    Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin seinni á fundinum fer at leggja fram álit í tingmálunum nr. 41/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen", og nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven". Formaðurin upplýsti, at neyðugt er, at málini verða avgreidd frá tinginum í seinasta lagi mikudagin 21. mars 2001, og mælti til, at tingi gevur frávik sambært § 85 í tingskipanini í øllum viðgerðarstigum, so málini kunnu avgreiðast mikudagin 21. mars 2000.
    Samtykt 21-0-1.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  13. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 49/2000: Uppskot til løgtingslóg um barsilsskipan og nr. 104/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

Fundur niðurlagdur kl. 17.05.
Fundur uppafturtikin kl. 17.30.

Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 41/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen", og nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-50/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kanningum eystanfyri av skjølum frá kalda krígnum, og fyrispurningi nr. 100-51/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kongsjørðini

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 21. mars 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-50/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kanningum eystanfyri av skjølum frá kalda krígnum.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-51/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kongsjørðini.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen"
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2000: Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2000: Uppskot til samtyktar um bygnaðarbroytingar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2000: Uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  9. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.35. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari