Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

75. fundur

Fríggjadagur 16. mars 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 16. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2000: Uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks.

Fundur nirðurlagdur kl. 12.00.
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

Málið beint í uttanlandsnevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2000: Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn, 1. viðgerð av tingmáli nr. 85/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, 1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2000: Uppskot til samtyktar um bygnaðarbroytingar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins, 1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg, 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2000: Uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum, 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000 og 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 20. mars 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 85/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2001.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2000: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2000: Uppskot til samtyktar um alternativar íbúðarmøguleikar.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.

11. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.30. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari