Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

74. fundur

Hósdagur 15. mars  2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, hósdagin 15. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Marjus Dam, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2000: Uppskot til løgtingslóg um gransking.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2000: Uppskot til samtyktar um privatisering av almennum partafeløgum.
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2000: Uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks, 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2000: Uppskot til samtyktar um alternativar íbúðarmøguleikar, 1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. og 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 16. mars 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2000: Uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2000: Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 85/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2000: Uppskot til samtyktar um bygnaðarbroytingar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2000: Uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000.
  9. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.45. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari