Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

73. fundur

Mikudagur 14. mars 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 14. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Marjus Dam, løgtingsmaður, Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2000: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kreppuraktar sethúsaeigarar.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2000: Uppskot til løgtingslóg um bókasøvn.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-49/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í heilsumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi gengransking í Føroyum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2000: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál).
    Málið beint í vinnunevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2000: Uppskot til løgtingslóg um vinnu.
    Málið beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 107/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om erhvervsdrivende virksomheder".
    Málið beint í vinnunevndina.
    Málini nr. 106/2000 og nr. 107/2000 vórðu viðgjørd undir einum.
  8. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 82/2000: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur, nr. 83/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, nr. 84/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., og nr. 92/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn, og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 79/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2001, og nr. 80/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2000: Uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 15. mars 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2000: Uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2000: Uppskot til løgtingslóg um gransking.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2000: Uppskot til samtyktar um privatisering av almennum partafeløgum.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2000: Uppskot til samtyktar um alternativar íbúðarmøguleikar.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.40. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein