Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

72. fundur

Týsdagur 13. mars 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, týsdagin 13. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Henrik Old, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Tórbjørn Jacobsen og Sámal Petur í Grund, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.
    Málið beint í rættarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Málið beint í rættarnevndina.
    Tingmálini nr. 96/2000 og nr. 103/2000 vórðu viðgjørd undir einum.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
    Uppskot frá Dan R. Petersen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 15-1-2. Málið beint aftur í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.
    Málið beint í vinnunevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 105/2000: Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmálar frá 1998 um ávikavist tungmetallir og seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevni til sáttmálan frá 1979 um langtrøkkandi luftdálking, sum fer um landamørk.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  8. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-46/2000 frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkujavnstilling av hjúnum.
    Málið avgreitt.
  9. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram, tingmál nr. 114/2000: Uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Heini O. Heinesen, Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Annita á Fríðriksmørk, Signar á Brúnni, Jógvan Durhuus, Finnbogi Ísakson, Óli Breckmann, Rúna Sivertsen, Jákup Suni Joensen, Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu, Eyðun Viderø, Jóanis Nielsen, Finnbogi Arge, Helena Dam á Neystabø og Kári P. Højgaard.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-49/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í heilsumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi gengransking í Føroyum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 14. mars 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2000: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kreppuraktar sethúsaeigarar.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2000: Uppskot til løgtingslóg um bókasøvn.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-49/2000 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í heilsumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi gengransking í Føroyum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2000: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál).
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2000: Uppskot til løgtingslóg um vinnu.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2000: Uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 107/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om erhvervsdrivende virksomheder".
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  9. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.30 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari