Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

71. fundur

Fríggjadagur 9. mars 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 9. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, og Karsten Hansen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Málið beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2000: Uppskot til ríkislógtilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt.
  3. Fundur niðurlagdur kl.11.55.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Málið beint í mentanarnevndina.

  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2000: Uppskot til samtyktar um doping.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 104/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
    Málið beint í vinnunevndin.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 113/2000: Uppskot til løgtingslóg um ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skúlafyrisiting.
    Málið beint í mentanarnevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 13. mars 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Málini nr. 96/2000 og nr. 103/2000 verða viðgjørd undir einum og beind í rættarnevndina.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 105/2000: Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmálar frá 1998 um ávikavist tungmetallir og seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevni til sáttmálan frá 1979 um langtrøkkandi luftdálking, sum fer um landamørk.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-46/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkujavnstilling av hjúnum.
  9. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 17.55 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein