Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

70. fundur

Hósdagur 8. mars 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, hósdagin 8. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-4/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Apoteksverk Føroya 1999.
    Uppskot til samtyktar samtykt 20-2-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-5/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur 1999.
    Uppskot til samtyktar samtykt 21-1-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-6/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu 1999.
    Uppskot til samtyktar samtykt 22-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-7/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin, Íbúðargrunnurin og Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin 1999.
    Uppskot til samtyktar samtykt 22-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar.
    Málið beint í rættarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2000: Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  9. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 61/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2000: Uppskot til ríkislógtilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt og svar upp á fyrispurning nr. 100-46/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkujavnstilling av hjúnum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 9. mars 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2000: Uppskot til ríkislógtilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2000: Uppskot til samtyktar um doping.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 104/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 113/2000: Uppskot til løgtingslóg um ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skúlafyrisiting
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.20  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari