Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

69. fundur

Mikudagur 7. mars 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 7. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Bjarni Djurholm vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd.
    Málið beint í rættarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2000: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2001.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2000: Uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2000: Uppskot til samtyktar um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn.
    Málið beint í rættarnevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 8. mars 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-4/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Apoteksverk Føroya 1999.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-5/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur 1999.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-6/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu 1999.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-7/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin, Íbúðargrunnurin og Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin 1999.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2000: Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2000. Uppskot til ríkislógtilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-46/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkujavnstilling av hjúnum.
  11. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.20.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari