Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

68. fundur

Týsdagur 6. mars 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, týsdagin 6. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Bjarni Djurholm, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-1/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins 1999.
    Uppskot til samtyktar samtykt 22-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-2/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur 1999.
    Uppskot til samtyktar samtykt 23-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-3/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar 1999.
    Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-4/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Apoteksverk Føroya 1999.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-5/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur 1999.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-6/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu 1999.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-7/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin, Íbúðargrunnurin og Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin 1999.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
    Málini nr. 62-4/2000, nr. 62-5/2000, nr. 62-6/2000 og nr. 62-7/2000 vórðu viðgjørd undir einum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 72/2000 og nr. 91/2000 vórðu viðgjørd undir einum.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-46/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkujavnstilling av hjúnum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 7. mars 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2000: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2001.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2000: Uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2000: Uppskot til samtyktar um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.35.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein