Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

67. fundur

Leygardagur 3. mars 2001

kl. 18.10

 

Ár 2001, leygardagin 3. mars, kl. 18.10, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Bjarni Djurholm vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at Hergeir Nielsen, Eyðun Viderø, Jógvan á Lakjuni og Annita á Fríðriksmørk í skrivi, dagfest 1. mars 2001, siga frá, at tey taka sæti aftur á tingi 2. mars 2001.

Til viðgerðar:

  1. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at
    Edmund Joensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr. 70/2000: Uppskot til samtyktar um privatisering av almennum partafeløgum, og nr. 71/2000: Uppskot til samtyktar um bygnaðarbroytingar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins.
    Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 73/2000: Uppskot til samtyktar um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn.
    Alfred Olsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr. 72/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., og nr. 78/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr. 75/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m., nr. 76/2000: Uppskot til samtyktar um doping, og nr. 77/2000: Uppskot til samtyktar um alternativar íbúðarmøguleikar.
    Marjus Dam, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 65/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 74/2000: Uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum.
    Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 68/2000: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kreppuraktar sethúsaeigarar.
    - Dan R. Petersen, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 64/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Henrik Old, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 69/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.
    Jógvan Durhuus, Henrik Old, Lisbeth L. Petersen, Jenis av Rana, Hanus undir Leitinum og Kári P. Højgaard, løgtingsmenn, hava lagt fram tingmál nr. 66/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000.
    Jógvan við Keldu og Dan R. Petersen, løgtingsmenn, hava lagt fram
    tingmál nr. 67/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000.
    - Anfinn Kallsberg
    , løgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 105/2000: Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmálar frá 1998 um ávikavist tungmetallir og seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevni til sáttmálan frá 1979 um langtrøkkandi luftdálking, sum fer um landamørk.
    Høgni Hoydal, varaløgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 79/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelsstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2001, nr. 80/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild, nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar, og nr. 91/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd, nr. 96/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina, nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, og nr. 111/2000: Uppskot til løgtingslóg um góðan fjølmiðlasið.
    Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 81/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening, nr. 112/2000: Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu, og nr. 113/2000: Uppskot til løgtingslóg um ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy.
    Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 82/2000: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur, nr. 83/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, nr. 84/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., nr. 85/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, nr. 92/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn, og nr. 98/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v."
    Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 86/2000: Uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar, nr. 89/2000: Uppskot til ríkislógtilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt, nr. 90/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan, nr. 97/2000: Uppskot til løgtinglsóg um broyting í løgtingslóg um skúlafyrisiting, nr. 99/2000: Uppskot til løgtingslóg um bókasøvn, og nr. 102/2000: Uppskot til løgtingslóg um gransking.
    Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 93/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, nr. 94/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans og nr. 95/2000: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál).
    - Bjarni Djurholm,
    landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 104/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m., nr. 106/2000: Uppskot til løgtingslóg um vinnu, nr. 107/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om erhvervsdrivende virksomheder", og nr. 108/2000: Uppskot til løgtingslóg um Vinnuframagrunn.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 6. mars 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-1/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins 1999.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-2/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur 1999.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62-3/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar 1999.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-4/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Apoteksverk Føroya 1999.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-5/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur 1999.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-6/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu 1999.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-7/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin, Íbúðargrunnurin og Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin 1999.
    Málini nr. 62-4/2000, nr. 62-5/2000, nr. 62-6/2000 og nr. 62-7/2000 verða viðgjørd undir einum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Málini nr. 72/2000 og nr. 91/2000 verða viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina.
  12. Svar upp á fyrispurning nr. 100-46/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkujavnstilling av hjúnum.
  13. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.30  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari