Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

66. fundur

Mikudagur 28. februar 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 28. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Hanus undir Leitinum, Óli Breckmann, Jákup Suni Joensen, Jóannes Eidesgaard og Marjus Dam, Anfinn Kallsberg, løgmaður, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Bjarni Djurholm, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 56/2000: Uppskot til løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli.
  2. Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 56/2000: Uppskot til løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 15-0-12.
    Málið avgreitt.

Formaðurin las skriv frá Sjálvstýrisflokkinum, dagfest 28. februar 2000, har sagt verður frá, at Sjálvstýrisflokkurin hevur gjørt avtalu við samgonguflokkarnar um álitisstørv floksins, nú Sámal Petur í Grund er tilnevndur landsstýrismaður. Helena Dam á Neystabø tekur sæti í rættarnevndini og uttanlandsnevndini og Kári P. Højgaard í fíggjarnevndini, vinnunevndini og Útnorðurráðnum.

Formaðurin setti næsta fund at verða leygardagin 3. mars 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Framløga.

 Fundur lokin kl. 14.25.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari