Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

65. fundur

Týsdagur 27. februar 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, týsdagin 27. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jóanis Nielsen, Jákup Suni Joensen og Marjus Dam, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Tórbjørn Jacobsen og Eyðun Elttør, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at Javnaðarflokkurin í skrivi, dagfest 23. februar 2001, sigur frá, at løgtingsmálini nr. 59/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta partapening í P/f Smyril Line, og nr. 1-8/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2001 verða tikin aftur.
Málini tikin aftur.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 56/2000: Uppskot til løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli.
    Uppskot frá Henrik Old um at beina málið aftur í nevnd samtykt 15-0-13.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar.
    §§ 1 og 2 fullu 11-1-16. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-1/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins 1999.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-2/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur 1999.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-3/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar 1999.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
    Málini nr. 62-1/2000, nr. 62-2/2000 og nr. 62-3/2000 vórðu viðgjørd undir einum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 28. februar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Møgulig framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 56/2000: Uppskot til løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli.
  2. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.05.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari