Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

64. fundur

Fríggjadagur 23. februar 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 22. februar, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jóanis Nielsen, Kjartan Joensen, Óli Breckmann, Jákup Suni Joensen, Jenis av Rana, Helena Dam á Neystabø og Hildur Patursson, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Karsten Hansen og Eyðun Elttør, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2000: Uppskot til løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Málið beint í vinnunevndina.

Farloyvi:

Skriv frá Sámal Petur í Grund, dagfest 23. februar 2001, við umsókn um farloyvi sambært § 62, stk. 2, í tingskipanini frá 26. februar 2001. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Kári P. Højgaard, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Sámal Petur í Grund.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 27. februar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 56/2000: Uppskot til løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-1/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins 1999.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-2/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur 1999.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62-3/2000: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar 1999.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 12.00.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari