Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

61. fundur

Fríggjadagur 16. februar 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 16. februar, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Karsten Hansen og Helene Dam á Neystabø, og ríkisumboðsmaðurin vórðu ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, fall 11-0-14.
    Málið avgreitt.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
    Málið beint í mentunarnevndina.
  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-7/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2001.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2000: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 20. februar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 28/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2001.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2000: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2000: Uppskot til samtyktar um útjaðaragrunn.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  5. Framløga.

 Fundur lokin kl. 12.10. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari