Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

60. fundur

Hósdagur 15. februar 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, hósdagin 15. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-47/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi Sjónvarpi Føroya.
    Samtykt 15-3-9, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 35/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2000: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum (dýrasjúkulógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-1.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2000: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-0.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2000: Uppskot til samtyktar um samráðingar um broytingar í heimastýrislógini.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í uttanlandsnevndini, Edmund Joensen og Heðin Mortensen, fall 6-0-23. Broytingaruppskot frá meirilutanum í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu, Jóannes Eidesgaard, Jákup Sverra Kass og Jenis av Rana, samtykt 23-0-6. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 23-0-6.
    Málið avgreitt.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Páll á Reynatúgvu, Finni Helmsdal, Rúnu Sivertsen og Jóanis Nielsen, til § 2 samtykt 23-1-5. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn
    §§ 1 og 2 fullu 7-0-20. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta partapening í P/f Smyril Line.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2001.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 59/2000 og 1-8/2000 vórðu viðgjørd undir einum.
  11. Framløga.
  12. Formaðurin boðaði frá, at Jóannes Eidesgaard, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 60/2000: Uppskot til samtyktar um útjaðaragrunn.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 16. februar 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2000: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  4. Framløga

 Fundur lokin kl. 16.20. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari