Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

59. fundur

Mikudagur 14. februar 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 14. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jenis av Rana, Marjus Dam og Páll á Reynatúgvu vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Áheitan frá Alfred Olsen, tingmanni, um busturvísing av tingmáli nr. 56/2000: Uppskot til løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli, sambært § 57, stk. 3, í tingskipanini, fall 12-0-17.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2000: Uppskot til løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. Framhaldandi 2 . viðgerð av tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Jógvan á Lakjuni, Finni Helmsdal, Heðin Mortensen, Jenis av Rana og Jóanis Nielsen, í áliti I til § 1 samtykt 15-2-9. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Jógvan á Lakjuni, Finni Helmsdal, Heðin Mortensen, Jenis av Rana og Jóanis Nielsen, í áliti II til § 1 samtykt 16-2-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 14-2-11. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. Eyðun Elttør, landsstýrismaður, svaraði fyrispuringi nr. 100-39/2000 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi útjaðaranum í sambandi við leiting og framleiðslu av kolvetnum.
    Málið avgreitt.
  5. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-44/2000 frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi aling.
    Málið avgreitt.
  6. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-45/2000 til frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi prestagarði í Glyvra prestagjaldi.
    Málið avgreitt.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-47/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi Sjónvarpi Føroya.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 14. februar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-47/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi Sjónvarpi Føroya.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 35/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2000: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum (dýrasjúkulógin).
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2000: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2000: Uppskot til samtyktar um samráðingar um broytingar í heimastýrislógini.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta partapening í P/f Smyril Line.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2001.
    Málini nr. 59/2000 og nr. 1-8/2000 verða viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina.
  11. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.55. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari