Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

58. fundur

Týsdagur 13. februar 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, týsdagin 13. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Katrin D. Johansen, Henrik Old og Sámal Petur í Grund, og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Farloyvi
Skriv frá Jákup Suna Joensen, dagfest 12.februar 2001, við umsókn um farloyvi frá 13. februar 2001 og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Norðstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Ingi Olsen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Jákup Suna Joensen.

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, í skrivi, dagfest 6. februar 2001, sigur frá, at løgtingsmál nr. 26/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn o.a. verður tikið aftur. Málið tikið aftur.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
    §§ 1 og 2 samtyktar 25-0-0.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2000: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur.
    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2000: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum (dýrasjúkulógin).
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til heiti á lógaruppskotinum, orðini "hestur" og "dýr", §§ 2, 38, 40, 46 og 49 samtykt 25-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-42/2000 frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi grundlógararbeiðinum.
    Málið avgreitt.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 57/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp, og nr. 58/2000: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø., at Jóannes Eidesgaard, vegna Javnaðarflokkin hevur lagt fram tingmálini nr. 59/2000: Uppskot til løgtingslóg um at seta partapening í P/f Smyril Line og nr. 1-8/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2001, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 19/2000: Uppskot til samtyktar um samráðingar um broytingar í heimastýrislógini, at vinnunenvndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 47/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 28/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg, og at mentanarnevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 14. februar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2001: Uppskot til løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  2. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
  3. Svar upp á fyrispuring nr. 100-39/2000 til Eyðun Elttør, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi útjaðaranum í sambandi við leiting og framleiðslu av kolvetnum.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-44/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi aling.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-45/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi prestagarði í Glyvra prestagjaldi.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.05. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari