Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

57. fundur

Mikudagur 7. februar 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 7. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jóanis Nielsen, Óli Breckmann, Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen og Signar á Brúnni, og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 35/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., nr. 36/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn og nr. 54/2000: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 48/2000: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum (dýrasjúkulógin).

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-42/2000 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi grundlógararbeiðinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 13. februar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2000: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2000: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum (dýrasjúkulógin).
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-42/2000 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi grundlógararbeiðinum.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.45. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari