Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

56. fundur

Týsdagur 6. februar 2001

kl. 13.30

   

Ár 2001, týsdagin 6. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen og Jóannes Eidesgaard, Eyðun Elttør, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 43/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om banker og sparekasser".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Uppskot frá Signar á Brúnni um at beina málið aftur í nevnd samtykt 21-1-6. Málið beint aftur í mentanarnevndina.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
    Av tí, at atkvøðutelduskipanin ikki var tøk, varð atkvøtt sambært § 76, stk. 2, í tingskipanini. Formaðurin heitti á tingmenninar Henrik Old og Hergeir Nielsen um at telja atkvøðurnar.
    §§ 1 og 2 fullu 12-0-14. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 7. februar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-42/2000 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi grundlógararbeiðinum.
  3. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 16.45. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari