Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

55. fundur

Fríggjadagur 2. februar 2001

kl. 10.00


Ár 2001, fríggjadagin 2. februar, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Dan R. Petersen og Katrin D. Jakobsen, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at ríkisumboðsmaðurin í skrivi, dagfest 1. februar 2001, sigur frá, at Dan M. Knudsen, fulltrúi, er settur ríkisumboðsmaður frá 2. til 11. februar 2001, báðir dagar íroknaðir.

 

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".
    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 27-0-0 . Ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om banker og sparekasser".
    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 27-0-0. Ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar.
    Málið beint í mentanarnevndina.

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á fyrispuring nr. 100-39/2000 til Eyðun Elttør, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi útjaðaranum í sambandi við leiting og framleiðslu av kolvetnum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 6. februar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 43/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om banker og sparekasser".
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 12.30.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari