Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

54. fundur

Hósdagur 1. februar 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, hósdagin 1. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Katrin D. Jakobsen, løgtingsmaður, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Helena Dam á Neystabø, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 46/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 52/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2000: Uppskot til samtyktar um frágreiðing frá § 19 nevndini um 80-árini.
    Uppskot til samtyktar samtykt 26-1-0.
    Málið avgreitt.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2000: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2000: Uppskot til løgtingslóg um postvirksemi.
    Málið beint í vinnunevndina.
  6. Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður, svaraði fyrispuringi nr. 100-40/2000 frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum til ríkisrættarligar broytingar.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 2. februar 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om banker og sparekasser".
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  4. Svar upp á fyrispuring nr. 100-39/2000 til Eyðun Elttør, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi útjaðaranum í sambandi við leiting og framleiðslu av kolvetnum.
  5. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.20. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari