Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

52. fundur

Týsdagur 30. januar 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, týsdagin 30. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu og Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2000: Uppskot til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Málið beint í vinnunevndina.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at løgmaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 54/2000: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 55/2000: Uppskot til løgtingslóg um postvirksemi og at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 56/2000: Uppskot til løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 21/2000: Uppskot til samtyktar um frágreiðing frá § 19 nevndini um 80-árini, og at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.

 

Tikið av dagsskrá:

2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2000: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-46/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkujavnstilling av hjúnum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 31. januar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-46/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkujavnstilling av hjúnum.
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-4/2000 til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, um føroyska málið.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-6/2000 til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, um pass.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leigulóg við skattalætta.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-41/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Toll- og skattstovuni í Eysturoynni.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-43/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi rakettverjuætlanini hjá Nato og USA.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.25.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari