Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

51. fundur

Hósdagur 25. januar 2001

kl. 09.30

 

Ár 2001, hósdagin 25. januar, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jákup Suni Joensen, Vilhelm Johannesen, Jenis av Rana og Marjus Dam, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen og Eyðun Elttør og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 29/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    Broytingaruppskot frá Páll á Reynatúgvu, Marjus Dam, Finni Helmsdal, Rúnu Sivertsen, Jóanis Nielsen, Kristian Magnussen og Hans Paula Strøm til § 1 samtykt 28-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 30/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 30. januar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2000: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2000: Uppskot til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl. 9.45. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari