Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

50. fundur

Mikudagur 24. januar 2001

kl. 13.30

Ár 2001, mikudagin 24. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Henrik Old, løgtingsmaður, og Karsten Hansen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í skrivi, dagfest 22. januar 2001, sigur frá, at løgtingsmál nr. 45/2000: Uppskot til løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. verður tikið aftur. Málið er sostatt tikið aftur.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtytkt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2000: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku.
    Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  5. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-37/2000 frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústovni til fólk við serligum sosialum trupulleikum.
    Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leigulóg við skattalætta.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 25. januar 2001, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 29/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 30/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
  3. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.50. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari