Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

48. fundur

Fríggjadagur 19. januar 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 18. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Katrin D. Johansen og Edmund Joensen og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi. 

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2000: Uppskot til løgtingslóg um barsilsskipan.
    Málið beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2001.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Jóanis Nielsen og Rúna Sivertsen, hava lagt fram tingmál nr. 52/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 20/2000: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 29/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir, og nr. 30/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-45/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi prestagarði í Glyvra prestagjaldi.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 23. januar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-45/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi prestagarði í Glyvra prestagjaldi.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 16/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (fyrningarreglur og styrktar reglur í móti kynsligum ágangi í móti børnum og ungum).
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 22/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um marknaseting av sjóumveldinum.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 24/2000: Uppskot til løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar "om den offentlige sygeforsikring".
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 27/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl.
  7. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-2/2000: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í norðurlandamálum, um Norðurlandamál 2001.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
  10. Framløga.

Fundur lokin kl. 14.30. 

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari