Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

46. fundur

Mikudagur 17. januar 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 17. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Marjus Dam og Annita á Fríðriksmørk, Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Óla Breckmann, dagfest 17. januar 2001, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Leila á Lofti, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Óla Breckmann.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2000: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum (dýrasjúkulógin).
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2000: Uppskot til løgtingslóg um barsilsskipan.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-44/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi aling.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 18. januar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-2/2000: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í norðurlandamálum, um Norðurlandamál 2001.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-44/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi aling
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (fyrningarreglur og styrktar reglur í móti kynsligum ágangi í móti børnum og ungum).
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um marknaseting av sjóumveldinum.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2000: Uppskot til løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar "om den offentlige sygeforsikring".
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 27/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jógvan Durhuus, løgtingsmanni, viðvíkjandi Fossábrúnni í Vestmanna.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um ymiskar almannaveitingar.
  11. Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi venjingartilboðum til rørslutarnað.
  12. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.55. 

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari