Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

45. fundur

Týsdagur 16. januar 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, týsdagin 16. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Annita á Fríðriksmørk, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Formaðurin bar fram minningarorð um Poul Petersen, fyrrverandi løgtingsmann, ið andaðist tann 7. januar 2001, og tingmenn mintust hann í tøgn.

Farloyvi:
Skriv frá Finnboga Arge, dagfest 16. Januar 2001, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Katrin D. Johansen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Finnboga Arge.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen".
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
    Tingmálini nr. 41 og nr. 42 vórðu viðgjørd undir einum.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 35 og nr. 36 vórðu viðgjørd undir einum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om banker og sparekasser".
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 43 og nr. 44 vórðu viðgjørd undir einum.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 50/2000: Uppskot til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 1-7/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2001, at Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, vegna sambandsflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 51/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 16/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (fyrningarreglur og styrktar reglur í móti kynsligum ágangi í móti børnum og ungum), at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 22/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um marknaseting av sjóumveldinum, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 23/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., nr. 24/2000: Uppskot til løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð, nr. 25/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar "om den offentlige sygeforsikring" og nr. 27/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 17. januar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr.47/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2000: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum (dýrasjúkulógin).
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2000: Uppskot til løgtingslóg um barsilsskipan.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  5. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.20. 

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari