Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

44. fundur

Hósdagur 21. desember 2000

kl. 17.45

 

Ár 2000, hósdagin 21. desember, kl. 17.45, varð tingfundur settur.

Ingi Olsen, løgtingsmaður, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Bjarni Djurholm, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-43/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi rakettverjuætlanini hjá Nato og USA
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2000.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 31/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-1-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-8-0.
    Málið avgreitt.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 39/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-6.
    Málið avgreitt.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 40/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  8. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 46/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m., at Henrik Old, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 47/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn, og at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 48/2000: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum (dýrasjúkulógin) og nr. 49/2000: Uppskot til løgtingslóg um barsilsskipan.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 16. januar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen".
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
    Málini nr. 41 og 42 verða viðgjørd undir einum og beind í uttanlandsnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
    Málini nr. 35 og 36 verða viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om banker og sparekasser".
    Málini nr. 43 og 44 verða viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina.
  7. Framløga.

Formaðurin ynskti at enda tingmonnum eini gleðilig jól.

Fundur lokin kl.18.05. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari