Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

43. fundur

Hósdagur 21. desember 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, hósdagin 21. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Anfinn Kallsberg, løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 9/2000: Uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-11-0.
    Málið avgreitt.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.
  3. Fundur niðurlagdur kl. 11.50.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

    Málið beint í rættarnevndina.

  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-43/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi rakettverjuætlanini hjá Nato og USA.

Frávik
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Jógvan Durhuus, Jákup Sverri Kass, Edmund Joensen, Dan R. Petersen, Jógvan á Lakjuni, Heðin Mortensen, Kristian Magnussen, Alfred Olsen, Jenis av Rana, Marjus Dam, Henrik Old, Lisbeth L. Petersen, Súni í Hjøllum, Heini O. Heinesen, Vilhelm Johannesen, Hans Pauli Strøm, Óli Breckmann, Sámal Petur í Grund, Finnur Helmsdal, Eyðun Viderø, Katrin Dahl Jakobsen og Jóannes Eidesgaard, hava heitt á tingformannin um at gera frávik í tíðarfreistini, sambært § 85 í tingskipanini, millum 2. og 3. viðgerð av tingmálunum nr. 1-6/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2000, nr. 31/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, nr. 37/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin), nr. 38/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin), nr. 39/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) og nr. 40/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), soleiðis at málini kunnu fáa 3. viðgerð hósdagin 21. desember 2000.

Samtykt 28-0-0.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 21. desember 2000, kl. 17.45, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-43/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi rakettverjuætlanini hjá Nato og USA .
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2000.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 31/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin).
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin).
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 39/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 40/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl.17.30 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari