Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

42. fundur

Mikudagur 20. desember 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, mikudagin 20. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Jógvan Lützen, løgtingsmaður, løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    §§ 1 og 2 samtyktar 21-3-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2000.
    Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til §§ 6, 7 og 8 samtykt 25-0-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.
    §§ 1 og 2 fullu 12-1-12. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  5. Fundur niðurlagdur kl. 12.00.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Farloyvi:

    Skriv frá Hans Tausen Olsen, dagfest 20. desember 2000, við umsókn um farloyvi tað, ið eftir er av varamansskeiðnum í hesum føri, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Eysturoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á tingmenninar Hergeir Nielsen, Finnboga Arge og Eyðun Viderø um at kanna valbrøvini fyri Tjóðveldisflokkin í Eysturoyar valdømi. Hergeir Nielsen mælti til, vegna seg sjálvan, Finnboga Arge og Eyðun Viderø, at Súni í Hjøllum skal taka sæti fyri Hans Tausen Olsen.Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  6. Framhald av 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Uppskot frá Óla Breckmann um at beina málið aftur í nevnd samtykt 21-0-10. Málið beint aftur í fíggjarnevndina.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    §§ 1 og 2 fullu 14-0-17. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2000: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.
    Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  9. Fundur niðurlagdur kl. 15.15.
    Fundur uppafturtikin kl. 15.25.

  10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2000: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001.

    Broytingaruppskot frá:
    Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Henrik Old og Lisbeth L. Petersen til § 7. 7.23.5.10. samtykt 15-2-14.
    Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen, Jenis av Rana, Kristian Magnussen og Heðin Mortensen til § 8. 8.20.3. fall 14-0-17.
    Henrik Old, Flemming Mikkelsen, Jóannes Eidesgaard og Jenis av Rana til § 8. 8.20.3.15. samtykt 15-3-13.
    Kristian Magnussen, Jákup Sverra Kass, Finni Helmsdal, Óla Breckmann og Alfred Olsen til § 8, 8.20.4.01. samtykt 21-4-6.
    Marjus Dam, Finni Helmsdal, Rúnu Sivertsen, Jóanis Nielsen, Kristian Magnussen, Hans Paula Strøm og Hans Marius Joensen til § 8. 8.21.3.13. samtykt 23-0-8.
    Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen og Sámal Petur í Grund til §§ 2, 3, 5, 6, 7 og 8 samtykt 31-0-0.
    Uppskotið, sum samtykt við 2 viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.

    Málið avgreitt.
  11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 6/2000: Uppskot til løgtinglsóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Broytingaruppskot frá Jógvan á Lakjuni, Katrin Dahl Jakobsen, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Jóanis Nielsen, Heðin Mortensen og Jenis av Rana til § 1 samtykt 28-2-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 28-2-0.
    Málið avgreitt.
  12. Fundur niðurlagdur kl. 17.25.
    Fundur uppafturtikin kl. 17.40.

  13. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 12/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  14. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen til § 1 fall 14-1-16. §§ 1 og 2 fullu 14-0-17. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 22-8-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  16. 2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  17. 2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  18. 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  19. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 43/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer" og nr. 44/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om banker og sparekasser"

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, um ymiskar almannaveitingar, og svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústovni til fólk við serligum sosialum trupulleikum.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 21. desember 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 9/2000: Uppskot til løgtingslóg um tyrlutænastu.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl.18.30. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari